2020-10-11 12:52
Ein heppin Lotto-vinnari, sum hevur keypt sín seðil í Føroyum kann síggja fram til at fáa 15 milliónir á kontuna.
Hann hevur keypt seðilin í Kiosk Activ í Hornabø.
Tað skrivar Danske Spil í tíðindaskrivi.
Vinnarin rakti øll sjey røttu lotto-tøluni, sum geva stóra vinningin.
Danske Spil hevur ikki hoyrt frá vinnaranum enn.
Vinnaratølini:
1, 2, 6, 8, 11, 28, 33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald