
Taks váttar fyri Kringvarpinum, at íslendska løgreglan kannar føroysk feløg, eftir at tað var avdúkað, at íslendska felagið Samherji, hevði mutrað embætisfólk í Naimiba.
Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir í annaðkvøld dokumentarsending við heitinum “Teir ómettiligu”, sum snýr seg um hvussu Føroyar eru blandaðar upp í muturgøluna.
Samherji hevur stovnað trý feløg í Føroyum. Tey eita Tindhólmur, Harengus og Scombrus, og í Degi og viku í kvøld kom fram, at Samherji umvegis hesi føroysku feløgini skal hava útgoldið lønir, so at Namibiska fólkið ikki fekk skattainntøkur, sum tey áttu at fingið.
Sendingin kemur eftir Dag og viku í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald