Mentan

Føroysk filmskvøld í Kringvarpinum

Kringvarpið sendir ikki færri enn 15 føroyskar fiktiónsfilmar komandi fimm týskvøldini

Mist sum Annika á Lofti leikstjórnaði í 2012, verður á skránni eitt av komandi fimm týskvøldunum (Mynd: KVF)

Mist sum Annika á Lofti leikstjórnaði í 2012, verður á skránni eitt av komandi fimm týskvøldunum (Mynd: KVF)

2024-11-18 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er eitt hav av føroyskum filmum, ið nógvir føroyingar ikki kenna til. Tað viðurkennir Kringvarp Føroya, sum, í samstarvi við Filmshúsið, Klippfisk og Felagið føroysk filmsfólk, hevur tikið stig til at savna eina rúgvu av føroyskum fiktiónsfilmum at senda í sjónvarpinum.

Eitt er, at føroyski sjónvarpshyggjarin sleppur at síggja føroyskar filmar við føroyskari talu. Eitt annað er, at við hesum verða filmarnir savnaðir talgilt í einum tryggum savni, sum Kringvarpið varðar av.

Filmskvøld býtt upp í tema
Í fyrstu atløgu er ætlanin at senda 15 filmar býttar á fimm filmskvøld við hvør sínum tema. Um undirtøkan er góð, so er tó ætlanin at taka fleiri filmar við og skipa fyri fleiri fiktiónskvøldum í sjónvarpinum.

Fyrsta filmskvøld verður týskvøldið 19. november. Tað ber heitið "Fyrstu ferð". Á skránni er klassikarin "Eitt kvøld í Havn", sum Katrin Ottarsdóttir gjørdi í 1984.
Vert er at nevna, at júst hesin filmurin var hin fyrsti føroyski filmurin, sum tá nýstovnaða Sjónvarp Føroya vísti í 1984.

Hinir báðir filmarnir, sum koma á sjónvarpsskíggjan týskvøldið, eru úr nýggjari tíð. Annar er "Unedited Love", sum Andrias Høgenni gjørdi í 2007, og hin er "Nonstop", sum Sølvi Næs Hoydal gjørdi í 2021.

Kringvarp Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder