Mentan

Føroysk filmsverkætlan fær stuðul frá Berlinaluni

10.000 evrur til filmsverkætlanina ”The Last Paradise on Earth” hjá Sakaris Stórá

Sakaris Stórá, her saman við Juliet Nattestad og Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, til frumframførsluna av

Sakaris Stórá, her saman við Juliet Nattestad og Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, til frumframførsluna av "Dreymar við Havið" (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-02-25 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eisini risastóri altjóða filmsfestivalurin í Berlin, kallaður Berlinale, tykist at hava fingið eyguni upp fyri tí, sum hendir innan filmsframleiðslu í Føroyum.

70. Berlinalan er í hesum døgum, og í gjár varð kunngjørt, at ein føroysk filmsætlan verður stuðlað við 10.000 evrum, svarandi til knappar 75.000 krónur í dagsins kursi. Tað visti eitt nú filmsmiðilin screendaily.com at siga í gjár.

Og Tina í Dale Wagner, stjóri á Filmshúsinum, skrivaði m.a. soleiðis á Facebook: ”Færøerne med Sakaris Stórá og producer Jón Hammer vandt talent highligt Awards på 10.000 € til videreudvikling af projektet The Last Paradise on Earth. Del denne fantastiske nyhed fra 2 gæve færøske telenter i Berlin”.

Talan er um heiðurslønina kallað VFF Talent Highlight Award hjá filmsleikstjóranum Sakaris Stórá, sum vit jú kenna frá filmunum ’Summarnátt’, ’Vetrarmorgun’ og ’Dreymar við havið”.

Tað er Jón Hammer, ið stendur sum framleiðari av filmsverkætlanini, og tí hann, ið er móttakari av teimum 10.000 evrunum. 

Á Facebook-uppslagnum herundir síggjast Sakaris Stórá og Jón Hammer sum nummar trý og fýra frá høgru, aftast:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder