
Forlagið de Gruyter Mouton (Berlin/Boston) gevur í hesum døgum út bókina Faroese Phonetics and Phonology eftir Hjalmar P. Petersen og Laurence Voeltzel.
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at í bókini eru 11 kapitlar um føroyska fonetikk og fonologi. Bókin tilsamans 376 blaðsíður, og hon er nummar 34 í røðini Phonology and Phonetics hjá forlagnum.
- Bókin er ein fonetiskt grundað fonologi, har høvundarnir nýta Element Theory at greina føroysku sjálv- og hjáljóðaskipanina. Umframt kapitlar, har sjálv- og hjáljóð verða lýst og greinað, eru kapitlar um tey føroysku málførini, um ljóðbroytingar frá gomlum vesturnorrønum til føroyskt, og um samanspælið ímillum fonologi og morfologi.
Arbeiðið byrjaði á sumri í 2020, og Hjalmar og Laurence hava støðugt arbeitt við bókini hesi árini fram til nú. Bókin fer at vera ein tilvísingarbók um føroyska fonologi og fonetikk í framtíðini, tí hon er einasta bók, sum viðger evnið, har fokus bara er á føroyskt.
Laurence Voeltzel er fonologur. Hon skrivaði doktararitgerð sína við universitetið í Nantes í Fraklandi við heitinum Morphophonology of Scandinavian languages. Segmental hierarchy and syllabic complexity. Nantes: University of Nantes dissertation, 2016, og hon hevur eisini skrivað annað um føroyska fonologi.
Hjalmar P. Petersen er professari í føroyskum málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann serliga granskar í nútíðarføroyskari fonologi, morfologi og syntaksi.
Les meira um útgávuna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald