Mentan

Føroysk heildarútgáva við 8 sjónbondum

Nú er heildarútgávan Hola, sum varð givin út í fjør, tøk við ymsum sjónbondum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-14 08:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróði Hansen lat á sumri í 2019 frá sær føroysku heildarútgávuna Hola, ið hevur fingið góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands, og nú er sama útgáva eisini útgivin á youtube við ymiskum sjónbondum til løgini (sæst omanfyri).

Sjónbondini eru gjørd av Bárði Dal Christiansen, Brian Samson, Daniel Bezares og Poul Arna Klein.

Tónleikarar á útgávuni eru: Fróði Hansen, Mattias Kapnas, Per Ingvald Højgaard Petersen, Andreas Tykjær Restorff, Unn Paturson, Guðrið Hansdóttir, Eyð Steinbjørnsdóttir. 

Theodor Kapnas hevur upptikið og ljóðblandað útgávuna í Studio Bloch.

Í apríl fer Fróði við manning á tónleikaferð í Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder