Mentan

Føroysk innsløg á bindifestivali í Keypmannahavn

Komandi vikuskifti verður bindifestivalurin Pakhusstrik á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn

2023-09-04 15:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti, 8.-10. september, verður bindifestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Skráin er fjølbroytt og inniheldur eitt nú ymisk føroysk innsløg.

Fríggjakvøldið verður ”Strik og Show,” har Miss Boogie (a.k.a. Finn Ferjá) kemur at upptraðka, og sama kvøld heldur Sissal Kristiansen fyrilestur um ull og burðardyggleika.

Leygardagin kemur Randi Samsonsen og heldur fyrilesturin ”At se med huden,” og sunnudagin verður fyrilestur um ”Wool in the North” eftir Dorthea Joensen frá búnaðarmálaráðnum. Seinni á degnum fer Sissal Kristiansen at greiða frá sínum stuttfilmi ”The Wool Islands”.

Tað ber til at keypa tógv úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og atgongd er ókeypis. Tó skal man keypa atgongumerki til ávís tiltøk.

Les meira um festivalin Pakhusstrik 2023 her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder