Mentan

Føroysk list í Helsinki

Tvey føroysk verk verða partur av Gátt Nordic Arts Festival í ár

2024-08-22 06:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi dagarnar, 23. til 25. august 2024 verður GÁTT Nordic Arts Festival í Helsinki; ein tvørlistaligur ferðandi festivalur, fyriskipaður av listafólki, ið setist upp annað hvørt ár í nýggjum norðurlendskum landi.

Skráin lýsir og setur spurnartekin við hvat norðurlendsk samtíðarlist er umvegis fimm fjølbroytt tiltøk, full av kveikjandi list. Tvey føroysk verk verða partur av festivalinum í ár.

Dansivirkið RIVA fer at framføra tvørlistaligu tvísýningina “Minnisbrot”, ið er samansett av duettunum ‘tveyeini’ eftir Vár B. Árting og Rannvá G. Niclasen og ‘Minni: neglir klóra rygg’ eftir Búa Rouch og Beinir Bergsson. Saman við teimum er ljóssniðgevin Villiam Soo Joensen.

Tvísýningin er ein ferð gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur. Reyði tráðurin millum bæði verkini er kropsliga sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgerða verkini evnini longsul, tráan og nærveru. 

Partar av “Minnisbrot” hava higartil verið sýndir á ymsum pallum í Føroyum, eitt nú í Norðurlandahúsinum, Løkshøll og í Vakstrarhúsinum í Sandavági, umframt at “tveyeini” hevur verið sýnt fram í Danmark, Íslandi og Taivan.

Hetta er fyrstu ferð at RIVA sýnir fram í Finlandi. “Minnisbrot” verður partur av tiltakinum “The Performances” á Ylioppilasteatteri, ið verður leygardagin 24. august.

Maria Tórgarð sýnir video og ljóðinstallatiónina “Speak into the void and it might answer”. Tað er eitt ‘verk-í-gerð’ í samstarvi við Emma Richey, animatør, og Jens L. Thomsen, ljóðlistafólk. Verkið er ein abstraktión av menniskjans treytaleysa sambandi við innara og ytra heim sín. Ein samvirkandi installatión, ið kannar hvussu áskoðari, video og ljóðtilfar kunnu teingjast at hvørjum øðrum, og ávirka hvørt annað. “Speak into the void and it might answer” verður partur av tiltakinum “The Happening” í Forum Box leygardagin 24. august.

Umframt at seta pall til norðurlendska samtíðarlist, er endamálið hjá festivalinum at knýta sambond millum listafólk tvørtur um listagreinar og landamørk. Ársins festivalur er fyrsiskipaður í samstarv við viðurkenda Helsinki Festival. 

Les meira um festivalin á www.gattfestival.com 

Ferðin hjá RIVA er stuðlað av Nordsk Kulturkontakt Point og Safari Transport. GÁTT Nordic Arts Festival verður fyriskipaður við stuðli frá Nordisk Kulturkontakt, norðurlendska mentanargrunninum, Svenska Kulturfonden, Arts Promotion Centre Finland og Helsinki býi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder