Mentan

Føroysk list í Randers

Myndlistamenninir Øssur Mohr, Eli og Napoleon Smith sýna fram í Gallerí Ottosdóttir í danska býnum Randers fram til 17. august

2024-08-12 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndlistamenninir Øssur Mohr, Eli og Napoleon Smith sýna í løtuni fram í danska býnum Randers.

Tað er Gallerí Ottosdóttir, sum hevur lagt hús til hesa fjølbroyttu trímannaframsýning.

Framsýningin lat upp 10. august í Vester Boulevard 14, og opið er til og við leygardagin 17. august.

Upplatingartíðirnar eru:

  • mánadag 12.08 kl. 14-17
  • týsdag 13.08 kl. 11-19
  • mikudag 14.08 kl. 13-19
  • hósdag 15.08 kl. 11-19
  • fríggjadag 16.08 kl. 11-17
  • leygardag 17.08 kl. 11-17
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder