Innanlands

Føroysk list sum prýði til brúkaran

Tórshavnar kommuna hevur valt at prýða spildurnýggja umlættingar- og endurvenjingardepilin í Rólantsgøtu í Hoyvík, sum varð tikin í nýtslu fyrst í hesum mánaðinum við føroyskari list. Í alt hevur kommunan keypt 120 listaverk til endamálið

2021-05-18 21:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trivnaðurin skal vera í hásæti, og brúkarin skal kenna seg væl í umhvørvinum. Tí hevur Tórshavnar kommuna veruliga spent seg út til tess at prýða spildurnýggja umlættingar- og endurvenjingardepilin í Rólantsgøtu í Hoyvík við føroyskari list.

- Tað er líka so umráðandi við list og við innbúgvi á stovninum, tí listin prýðir og skapar hugna og trivna. Hon skapar heitar og fjálgar løtur og sansaligar upplivingar. Hon stimbrar og kveikir og gevur íblástur og okkurt hjá brúkarunum at samskifta og tosa um sínamillum.

Listin er bæði abstrakt og ítøkilig í alskyns føgrum litum. Í grønum, bláum, reyðum og gulum og so framvegis. Abstrakta listin er hugvekjandi og fær tankarnar at reika um mørk, sum ikki eru til. Ítøkiliga listin er fjølbroytt í margfeldum motivum. Til dømis er vakra føroyska náttúran og ríka djóralívið avmyndað. Tað sama eru kendar gøtur og søgulig støð úr Havnini. Tróndargøta til dømis. Og skipasmiðjan. Skip, sum eru í dokk.

Kend listafólk

Tórshavnar kommuna hevur neyvt havt brúkaran og málbólkin í huga, tá listaverkini eru keypt og fingin til vega. Í alt hevur kommunan keypt 120 listaverk til endamálið. Talan er bæði um málningalist og um grafiska list og fotomyndir.

Málningarnar, einar tíggju í tali, hevur Sigrun Gunnarsdóttir, listamálari av Eiði, málað. Grafisku listina hevur kommunan keypt frá Steinprenti í Havn. Hetta eru verk, sum fleiri av okkara fremstu listafólkum hava gjørt. Tey eru Hansina Iversen, Fríða Brekku, Silja Strøm, Rakel Helmsdal, Beinta av Reyni, Zacharias Heinesen, Tróndur Patursson, Torbjørn Olsen, Bárður Jákupsson, Tóroddur Poulsen, Marius Olsen og Oliver við Neyst.

Listakvinnan Astrid Andreasen er eisini umboðað við nøkrum myndum.  

Eisini prýða fotomyndir úr Havn depilin, sum er ein perla og tann fyrsti av sínum slag í Føroyum. Myndirnar úr Tróndargøtu hevur myndamaðurin Ingi Sørensen tikið.

[object Object]

[object Object]

Eitt frambrot

Tað er ikki av tilvild, at listin hevur fingið innivist og ein so stóran leiklut á nýggja kommunala stovninum.

Umlættingar og endurvenjingardepilin er eitt modernað ný- og frambrot fyri kommununa. Tað merkir, at búfólkini ikki hava fastan bústað á stovninum, men eru til umlætting og endurvenjing í eitt ávíst tíðarskeið. Búfólk eru komandi og farandi, og tí er innbúgv og annað ikki ogn hjá búfólkinum.

Av somu orsøk metir kommunan tað hava sera stóran týdning fyri trivnaðin og hugnan, at tey 27 búrúmini og onnur høli á stovninum, eru prýdd við list til gleði og gagns fyri búfólk, avvarðandi og tey, sum dagliga starvast á stovninum.

Í 2008 setti Tórshavnar kommuna eina skipan í verk, har peningur verður játtaður til at listprýða allar nýbygningar hjá kommununi. Og soleiðis hevur eisini verið hesaferð. Tað er listabólkur hjá Tórshavnar kommunu, sum ráðgevur býráðnum um listprýði til kommunalar bygningar. 

Peningurin er væl útgivin, heldur kommunan, tí íløgan tænir fleiri góðum endamálum. Íløgan er til gleði fyri teir borgarar í kommuni, 67 ár og eldri, sum hava tørv á hjálp og endurvenjing í hugnaligum umhvørvi, og hon stimbrar listini og stuðlar føroyskum listafólkum fíggjarliga.  

Nýggi umlættingar- og endurvenjingarstovnurin varð tikin í nýtslu fyrst í hesum mánaðinum.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder