
Stjórin fyri COST var í Føroyum 2. juni fyri at kunna um COST netverk, og í hesum sambandi var fundur í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, har tættari samstarv og føroysk luttøka í COST samstarvinum varð umrødd.
COST stendur fyri European Cooperation in Science and Technology. COST var sett á stovn í 1970 og er tí væl eldri enn stuðulsgrunnarnir hjá ES-nevndini, sum t.d. Horizon Europe, men COST netverk slóða fyri og skapa góðar umsóknir um stuðul til gransking, menning og nýskapan. Føroyar fingu atlimaskap í Horizon Europe 24. mai, og er tað atlimaskapurin í Horizon Europe, sum gevur Føroyum atgongd til COST samstarvið, skrivar Granskingarráðið.
COST fíggjar netverk við ferðastuðli, fundarvirksemi, verkstovum og styttri vitjanum. Luttakarin hevur gransking, menning ella nýskapan sum virkis- og arbeiðsøki.
Stjórin fyri COST, dr. Ronald de Bruin, var jaligur og væntar, at londini, sum luttaka í COST samstarvinum, fara at verða sinnaði at játtað umsókn úr Føroyum um at víðka samstarvið til eisini at fevna um Føroyar. Miðjað verður eftir at fáa Føroyar við í COST samstarvið í bólkinum Near Neighbour Country.
Fáa Føroyar avtalu við COST, verður møguligt hjá føroyingum at fáa fígging til luttøkuna í COST netverkum. Miðjað verður eftir avtalu frá ársskiftinum.
2. juni varð skipað fyri kunningartiltaki um COST netverk í Kongshøll, og sambært Granskingarráðnum var talan um eitt væleydnað tiltak, har uml. 40 fólk luttóku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald