Føroyska fyritøkan Guðrun & Guðrun er millum tey sjey, ið eru tilnevnd til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Hetta kunngjørdi Norðurlandaráðið í dag.
- Lambaull og lambaskinn er í dag ein nógv eftirspurd vøra, sum er seld um allan heimin. Ein av orsøkunum til hetta er fyritøkan Guðrun & Guðrun, sum hevur nútímsgjørt eina eyðkenda, norðurlendska náttúruvøru - bundna troyggjan.
- Framleiddar av ull frá seyði, sum gongur frítt í grønu, føroysku fjøllunum. Hondbundnar av føroyskum, jordanskum og peruiskum kvinnum. Her er talan um burðardygga nýtslu av einari nátúrliga norðurlendskari rávøru, sum eisini styrkir ræðið hjá kvinnum yvir egnar arbeiðsumstøður í fjarskotnum londum, stendur m.a. um Guðrun & Guðrun.
Um virðislønina skulu Guðrun & Guðrun kappast við onnur úr Svøríki, Finnlandi, Álandi, Grønlandi, Íslandi og Danmark.
Á listanum yvir tey tilnevndu er serliga eitt navn, ið skarar framúr. Ein teirra, ið Guðrun & Guðrun skulu kappast við er nevniliga svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg.
Vinnarin av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður í Stockholm 29. oktober.
Umframt Guðrun & Guðrun eru hesi tilnevnd:
Greta Thunberg - Svøríki: Mann er ongantíð ov lítil til at gera mun
EKOenergy - Finnland: Umhvørvismerki, sum hjálpir brúkarum og fyritøkum at velja varandi og burðadygga orku
Emmaus Åland - Áland: Handlar, sum umskapa og selja endurnýtsluvørur, borðreiða við umhvørvisvinarligum mati og geva arbeiðsleysum ein nýggjan kjans
@plastic not so fantastic - Grønland: Brúka sosialar miðlar til at broyta plastnýtsluna hjá fólki
AFTUR - Ísland: Endurnýt ella doyggj
GRIM - Danmark: Søla av ljótum grønmeti og fruktum er gott fyri veðurlag og umhvørvi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald