Mentan

Føroysk sendirøð ger altjóða framstig

Komandi føroyska sendirøðin, Reyna, er útvald at vera við á tveimum týðandi altjóða framleiðaraverkstovum - hetta er dømi um at stuðul til føroyska filmsvinnu kann geva úrslit, sigur Torfinnur Jákupsson, filmshøvundur og -framleiðari

At meta út frá plakatini - reyður tekstur oman á svart - so er talan um eina myrka sendirøð

At meta út frá plakatini - reyður tekstur oman á svart - so er talan um eina myrka sendirøð

2026-03-05 11:09 Author image
Innsent
placeholder

Føroyski filmshøvundurin og framleiðarin Torfinnur Jákupsson er nú við nýggju spenningsrøðini “Reyna” úrvaldur til EAVE Producers Workshop 2026 – eitt av fremstu menningarskeiðum fyri films- og sjónvarpsframleiðarar. Fyrsta verkstovan fer av bakkastokki hesa vikuna í Luksemborg.

Seinasta árið hevur verkætlanin gjørt týðandi altjóða framstig. Hon varð í 2025 úrvald til framleiðaraverkstovuna ACE Series Special í Rom, og til framløgu á altjóða vinnustevnuni Content London. Í báðum førum er tað fyrstu ferð, at ein føroysk verkætlan hevur verið umboðað. Samrátt verður somuleiðis í hesum døgum um altjóða samframleiðslu og útbreiðslu av verkætlanini.

EAVE (European Audiovisual Entrepreneurs) savnar í ár 56 framleiðarar og vinnuumboð úr 35 londum. Av fleiri enn hundrað umsóknum vórðu 29 verkætlanir valdar út, harímillum Reyna.

Reyna er ein spenningsrøð, ið tekur støði í føroyska spurninginum “Hvør eigur teg?” við einum kriminellum vinkli. Røðin sameinir brots- og familjusøgu í eini frásøgn um samleika, arv og vald, og um hvussu fortíðin setur karmar fyri nútíðina.

Verkætlanin hevur fingið menningarstuðul frá Filmsgrunninum, Mentanargrunni Landsins, Eysturkommunu, Betri Filmsstuðul eins og Norddok-skipanini undir DFI.

[object Object]
Torfinnur Jákupsson, her saman við Jón Hammer (t.h.) (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Hetta er gott dømi um, at føroyskar íløgur í filmsvinnu geva avkast og altjóða úrslit, og hví menningarstuðul er so týðandi. Menningarstuðulin til hesa verkætlanina hevur skapt ítøkilig úrslit umvegis altjóða úrval og viðurkenning, marknaðaratgongd og samráðingar við útlendskar samstarvspartar, sigur Torfinnur Jákupsson.

- Stuðulin ger tað somuleiðis møguligt at lyfta føroyskar verkætlanir upp á eitt støði, sum ger, at tær kunnu fara út í beinleiðis altjóða kapping eftir egnum fortreytum, draga munandi størri fígging aftur til landið og leggja lunnar undir nýggj arbeiðspláss og førleikamenning. Tað er ein íløga í sjálvræði og okkara rødd í altjóða høpi. Tað hevur týdning bæði mentanarliga og vinnuliga, tí filmur er bæði mentan og vinna. Fiskimið okkara hava varðveitt okkum í øldir. Nú kunnu vit eisini liva av søgum og sjónarmiðum okkara, hugleiðir hann.

EAVE-skeiðið er stuðlað av Creative Europe. Fyrsta verkstovan verður hildin 6.-13. mars 2026 í Luksemborg í sambandi við Luxembourg City Film Festival. Síðani fylgja verkstovur í Italia og í Stórabretlandi.

Yvir eitt ár arbeiða luttakararnir við verkætlanarmenning, samframleiðslu og fígging, men eisini við fyritøku- og karrierumenning, marknaðargreining, lógarviðurskiftum, framløgum og nýggjum arbeiðsamboðum – herundir eisini nýtslu av vitlíki.

- Luttøkan er partur av eini langtíðar strategi hjá GRÓ Studios um at styrkja Føroyar sum álítandi samframleiðslupart í Evropa. Málið er at tryggja, at altjóða samstarv um føroyskar røðir og aðrar filmsverkætlanir skapar varandi virði, arbeiðspláss og førleikar í Føroyum, staðfestir Torfinnur.

- Hetta er enn bert byrjanin til nakað størri. Vit mugu halda á at byggja, so hvør einstøk verkætlan ikki myndar ein einstakan sigur, men gerst grundarsteinurin undir eini lønandi og burðardyggari vinnu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder