Innanlands

Føroysk sild á svenska jólaborðið

Tavan í Leirvík er aftur í ár veitari til vælumtóktar bitar

2020-12-12 09:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sild er matur, sum svium dámar serliga væl á jólum. Í Svøríki eru tvær sildahátíðir. Hin er á miðsumri – jónasøku – tá tey eta sildina saman við nýggjum eplum, ein summarrættur burturav.

Silda framleiðslan hjá virkinum Tavuni í Leirvík hevur hepnast væl í ár. Allir ordrarnir til svenska samstarvspartnaran eru letnir, og føroyska sildin úr Leirvík er nú á svenska jólamarknaðinum og fær rós fyri góða góðsku.

Nakað av svensk/føroysku sildini er at fáa í handlum í Havn í hesum døgum.

Matjes-sildin er serliga væl umtókt, og Klädesholmen, sum er samstarvspartnarin hjá Tavuni, framleiðis ikki færri enn 80.000 av hesum góðbitum um dagin.

Tavan hevur góðar vónir fyri marknaðinum komandi heyst, og yvirhøvur er vaksandi áhugi í Føroyum fyri at eta meira av hesum heilsugóða kosti sum sildin er.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder