Mentan

Føroysk tíðindi á enskum: Tríggjar útgávur í summar

Fyrsta útgávan av blaðnum Local.fo verður longu tøk tá fyrstu ferðafólkini koma í apríl

2018-12-10 19:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Local.fo er vorðin ein týðandi miðil fyri útlendingar, sum eru áhugaðir í Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Tað sæst aftur á vitjunartølunum á heimasíðuni local.fo og undirtøkuni fyri fyrstu útgávuni av blaðnum, sum varð útgivin seinasta summar.

Fyrsta útgávan av blaðnum var at finna í fleiri enn 90 støðum kring landið, og fleiri støð meldaðu útselt langt áðrenn summarið var liðugt. 

Tískil hevur leiðslan í Local.fo avgjørt at fara úr einari útgávu seinasta summar til tríggjar útgávur komandi summar. Hetta gevur møguleikar at røkka út til uppaftur fleiri ferðafólk yvir eitt longri tíðarskeið. Tá fyrstu ferðafólkini koma til Føroyar í apríl, verður blaðið longu tøkt á hyllunum kring landið, eins og ferðafólkini, sum koma seinni í summar, eisini sleppa at lesa blaðið.

- Vit eru sera takksamir fyri undirtøkuna frá ferðafólkunum og stuðulin frá føroysku fyritøkunum seinasta summar, og eru spentir uppá hvussu tað fer at hildnast við trimum útgávum komandi ár, sigur Torleif Joensen, stjóri á Local.fo.

Eins og seinasta summar, so verður innihaldið í útgávunum ein røð at greinum, upplýsing og annars ymiskt, sum vekir áhugan hjá ferðafólkum. 

Ætlanin er at geva blaðið út 1. apríl, 1. mai og 1. august. Hvør útgáva verður prentað í 6000 eintøkum - 18.000 eintøk tilsamans - og verður at fáa ókeypis í fleiri enn 90 støðum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder