Mentan

Føroysk tónaskøld á orknoyskum festivali

Strúkarabólkurin Nordic Viola fer at frumframføra nýtt verk hjá Eli Tausen á Lava

Nordic Viola

Nordic Viola

2021-08-24 11:30 Author image
Innsent
placeholder

Tvey tónaverk av føroyskum tónaskøldum verða frumframførd, tá skotski strúkarabólkurin Nordic Viola hevur konsert  á Orkney International Science Festival fríggjadagin 3. september.

Talan er um heimsfrumframførslu av verkinum “Søgnin um Kómakonuna í 10 myndum” eftir Eli Tausen á Lava. Verkið er umbiðið av dansk/spanska bólkinum Aura Dio, men Nordic Viola hevur fingið loyvi at framføra verkið í Bretlandi, nakað, sum bólkurin er fegin um.

[object Object]
Eli Tausen á Lava

Á skránni hjá Nordic Viola er eisini verkið “Wogen” eftir Kára Bæk, eitt stykki fyri solo bratch.

Føroyska tilknýtið heldur fram við verkinum “Korona-trot” hjá Anni Helenu Lamhauge, sum herfyri vann eina kapping hjá Nordic Viola fyri ung tónaskøld í Føroyum, Orknoyggjum, Hetlandi, Íslandi og Grønlandi, har temað var “seastories”.

Enn eitt verk, sum verður framført á hesi konsertini hevur ávíst tilknýti til Føroyar. Nevniliga eitt verk hjá írska tónaskaldinum Linda Buckley um søguligu kvinnuna “Auðr djúpuðga Ketilsdóttir”, sum ferðaðist úr Caithness í Skotlandi umvegis Orknoyar og Føroyar til Íslands.

Katherine Wren, bratchspælari í Royal Scottish National Orchestra, stovnaði Nordic Viola í 2016. Bólkurin var í 2018 í Føroyum og hevði konsertir í sambandi við Summartónar.

Henda komandi konsertin, kallað “Sagas and Seascapes” er mest stórætlaða konsert teirra higartil, greiðir Katherine Wren frá.

- Tað hevur verið ein hugtakandi tilgongd at arbeitt við hesum verkunum, og seta seg inn í ein nýmótans tónaheim tvørtur um norðurlond. Serliga eri eg errin av at fáa loyvi at føra fram spennandi tónleikin hjá Eli Tausen á Lava í Bretlandi, sigur Katherine Wren.

Konsertin er liður í altjóða vísunda- og listafestivalinum í Orknoyggjum, “Orkney International Science Festival”, har verkstovur, framførslur, framløgur og túrar eru á skránni kring um á Orknoyggjum. 

Saga and Seascapes” við Nordic Viola er eitt tiltak, ið verður stroymt á netinum. Konsertin verður fríggjakvøldið 3. september kl. 21. 

[object Object]
Katherine Wren



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder