Nú verður fyri fyrstu ferð farið undir miðvíst at máta og samanbera føroysk vørumerki, og geva føroyskum fyritøkum betri vitan og grundarlag til at styrkja sína marknaðarstøðu. Eisini er ætlanin at finna og heiðra sterkastu føroysku vørumerkini.
Eitt vørumerki kann vera so mangt – alt frá gerandisvørum til klædnamerki, bilmerki og fyritøkur.
Okkara ímynd og uppfatan av einum vørumerki er ávirkað av øllum okkara sambandi við vørumerkið, til dømis vørur og tænastur, kundatænasta, fjølmiðlaumrøða, heimasíða, marknaðarføring, sosialir miðlar, búmerki og annað. Hugtakið branding ella vørumerking snýr seg um at skapa røttu upplivingina og ímyndina í huganum hjá móttakaranum.
Tað snýr seg ikki bara um tað einstaka vørumerkið, men eina rúgvu av vørumerkjum, sum kappast um okkara uppmerksemi og um fyrstaplássið í minni okkara. Og uttan at vit gáa um tað, fer dysturin fram alla tíðina, til dømis tá ið vit keypa klæðir, matvørur, telefonhald, bilar ella hundamat.
Nú er fyri fyrstu ferð møguligt hjá føroyskum fyritøkum at máta styrkina hjá teirra vørumerkjum á ein sambærligan og vísindaligan hátt. Hetta verður gjørt við sonevnda brandr vísitalinum, ið mátar alt tað, sum hevur størstan týdning fyri okkara fatan av vørumerkjum, og samanber hetta við kappingarneytar og marknaðin sum heild.
Við brandr vísitalinum fáa fyritøkur sostatt spildurnýggja vitan, sum kann brúkast til at styrkja teirra vørumerki og sambandið við kundar og brúkarar.
Brandr vísitalið er ment av íslendska dr. Fridrik Larsen, ið er altjóða viðkurkendur serfrøðingur í branding við eini bakgrund innan sálarfrøði og búskaparfrøði. Brandr vísitalið verður í dag brúkt av fleiri enn 250 vørumerkjum í Íslandi og Evropa, og í samstarvi við kanningarfyritøkuna spyr.fo er hetta nú eisini ein møguleiki hjá føroyskum vørumerkjum.
Tá ið gongd er komin á mátingarnar verður næsta stigið at finna og heiðra sterkastu vørumerkini í Føroyum.
Tíðindaskriv frá spyr.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald