Innanlands

Føroyska barnahjálpin 15 ár

Í dag eru 15 ár liðin, síðan føroyska barnahjálpin varð stovnað undir navninum ABC barnahjálp

2021-12-11 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru liðin 15 ár, síðani Føroyska barnahjálpin varð stovnað.

Føroyska Barnahjálpin varð stovnað í 2006 undir navninum ABC barnahjálp og í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi. Í 2015 gjørdist Barnahjálpin so sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur, og hevur hon síðani virkað undir navninum Føroyska Barnahjálpin.

Barnahjálpin stuðlar børnum á Filipsoyggjunum, India, Liberia, Nigeria, Pakistan og Senegal. Talið á børnum í stuðulsskipanini økist fyri hvørt ár. Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú umleið 450 børn í teimum seks ymisku londunum stuðul til skúlagongd gjøgnum Barnahjálpina. Í løtuni eru 66 børn í stuðulsskipanini, sum mangla stuðul. Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum, fyrst í Liberia og Senegal, og fleiri av hesum børnum eru nú vaksin, skrivar Barnahjálpin í tíðindaskrivi.

– Á júst hesum degi eru vit so glað um at kunna fortelja, at eitt av børnunum, sum vit lærdu at kenna á okkara fyrstu ferð til Liberia, nú hevur fingið tað, sum tey har kalla Capping Pass.

– Tað er 22 ára gamli Cyrus Sekou úr Liberia, sum er komin so langt í sínari útbúgving, at hann hevur loyvi at arbeiða í sjúkrarøktini, hóast hann enn hevur tvey semester eftir, til hann kann kalla seg sjúkrarøktarfrøðing. Cyrus var bara níggju ára gamal, tá vit fyrstu ferð vitjaðu í Liberia í 2009. Tað hevur verið spennandi at fylgt hesum drongi, ið frá smádrongi av hevur víst eitt serliga miðvíst ágrýtni.

[object Object]

– Tað eru søgur sum hendan, ið gera, at arbeiðið hjá Barnahjálpini gevur meining. At síggja børn vaksa upp, fáa sær útbúgving og soleiðis kunnu lyfta seg og sína familju burtur úr fátækradømi, er allarstørsta gleðin í arbeiðinum, skrivar Barnahjálpin.

Sæmbært Barnahjálpini hevur hon seinastu árini sent umleið 1,5 milliónir krónur tilsamans til tey seks menningarlondini, sum felagsskapurin virkar í, og eru tey sera takksom fyri stuðulin, tey hava fingið gjøgnum hesi árini.

Meira fæst at vita á um Føroysku barnahjálpina á www.barnahjalp.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder