Mentan

Føroyska Bíbliufelagið vitjar í Kirkjubø

Sunnudagin 1. mars vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Ólavskirkjuna í Kirkjubø

2020-02-29 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 1. mars klokkan 11 vitjar stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum Ólavskirkjuna í Kirkjubø. Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum eisini er forseti í Bíbliufelagnum, prædikar, og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, kunnar um virkið og ætlanir felagsins.

Aftaná gudstænastuna verður kirkjukaffi í Roykstovuni.

Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligt og er limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (UBS), sum er virkið í fleiri enn 200 londum kring heimin.

Bíbliufelagið vitjar javnan kirkjur og samkomur um alt landið. Seinast hevur stýrið í Bíbliufelagnum vitjað Kelduna, Katólsku kirkjuna, City Church, Frelsunarherin og felagsgudstænastuna í Sandoy.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder