
Føroyska ferðavinnan náddi fyri fyrstu ferð eina milliard krónur í fjør.
Tað sigur Visit Faroe Islands, sum hevur lagt fram ársfrágreiðing fyri 2024.
Frágreiðingin vísir eitt ár við vøkstri, nýskapandi tiltøkum og burðardyggari menning av ferðavinnuni, sigur Visit Faroe Islands.
– Eg fegnist um, at ferðavinnan nú hevur rokkið aðalmálinum um 1 mia. kr. í umsetningi og sostatt í enn størri mun er við til at fjøltátta føroyska búskapin, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
– Serliga hugaligt er tað at síggja, hvussu ferðavinnan í dag skapar virðir og arbeiðspláss kring alt landið, samstundis sum hugurin fyri at gerast partur av hesi vinnu, er alsamt vaksandi.
Høvuðspunktini í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands, sum kann lesast her, eru:
Ein milliard krónur í útflutningi: Føroyska ferðavinnan, sum er ein útflutningsvinna, ið gevur útlendskt gjaldoyra til føroyska samfelagið, hevur nú fyri fyrstu ferð nátt yvir 1 milliard krónur í samlaðum útflutningi. Umsetningurin frá útlendskum ferðafólkum gjørdist 1.002 mió. kr. samanborið við 980 mió. kr. í 2023. Sostatt er stóra málið, ið varð sett út í kortið í 2012 nú endiliga rokkið, fýra ár seinkað, vegna korona og aðrar uttanhýsis faktorar.
Ferðavinnan stendur nú fyri 6,8% av føroyska útflutninginum og er 3. størsta útflutningsvinna í Føroyum, eftir fiski- og alivinnu.
Bruttovirðisøkingin varð 370 mió. kr í 2024, samanborið við 349 mió. í 2023.
Gevið gætur at tjóðarlyklatølini frá Hagstovuni enn eru fyribilstøl – endalig tøl fyriliggja seinni í 2025.
Hóast umsetningurin setti met í 2024, kundi árið tó havt hilnast betur, um ikki tað stóra verkfallið hevði lagt Føroyar lamið í vikuvís, mitt í bestu ferðavinnuháárstíð, sum hevði nógvar avbókingar við sær.
130.000 ferðafólk í 2024: Ferðafólkatalið var á leið tað sama sum undanfarna ár, nevniliga 130.000 - harav um 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis.
Fleiri arbeiðspláss í ferðavinnuni: Talið av arbeiðsplássum innan ferðavinnuna er økt samanborið við undanfarna ár úr 649 til 690 ársverk.
Mett verður at minst 1000 ársverk vóru knýtt at kjarnuøkjunum hjá føroysku ferðavinnuni samlað sæð í 2024, tá ikki bert inngangandi ferðavinnan er tald við. Tá eru t.d. útleigarar av stutttíðarleigu ikki taldir við, ið annars eisini eru nógvir í tali.
Uml. 70% av starvsfólkunum í føroysku ferðavinnuni eru kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald