Mentan

Føroyska Fríða Saiya heiðrað á P3 Guld

Fríða Vagsheyg Sigurðsson, sum framførir undir navninum Fríða Saiya vann "P3's Næste" í gjárkvøldið.

Fríða Saiya hitaði upp fyri donsku songkvinnuna Mille í Store Vega í Keypmannahavn í mars (Savnsmynd: Torben Christensen/Ritzau Scanpix)

Fríða Saiya hitaði upp fyri donsku songkvinnuna Mille í Store Vega í Keypmannahavn í mars (Savnsmynd: Torben Christensen/Ritzau Scanpix)

2026-10-17 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu P3 Guld-virðislønirnar handaðar í DR Koncerthuset í Keypmannahavn, og føroyska Fríða Saiya varð millum tey, sum vórðu heiðrað.

Føroyska songkvinnan fekk heiðurslønina P3’s Næste, sum er ein heiður fyri nýggj nøvn innan danskan tónleik, og heiðurin kom óvart á hana.

– Eg eri skelkað. Tað hevði eg ikki roknað við, segði hon, tá hon tók ímóti heiðrinum.

Fríða Saiya, hvørs veruliga navn er Fríða Vagsheyg Sigurðsson, er, sambært Kringvarpi Føroya, 21 ár og ættað úr Klaksvík. Fyrr í ár gav hon út sítt fyrsta staklag, “Søvnløs” og sína fyrstu EP, ['fryi:ja ‘sai:ja].

Í dómsnevndini handan P3’s Næste sótu m.a. tónleikararnir og sangkrivararnir Andreas Odbjerg og Jada og fólk hjá P3, skrivar DR.

Um Fríðu varð m.a. sagt, at tað ljóðar, sum etur hon tónleik til morgunmat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder