- Sæð í ljósinum av hvussu nógv ár, arbeitt hevur verið við hesum máli, so nærkast vit staðnum, har sigast má, at málið ikki kann loysast.
Soleiðis skrivar norðurlendska Markaforðingsráðið um eitt mál, sum hevur verið á skránni hjá ráðnum í fleiri ár. Nevniliga royndin at fáa hini londini at góðtaka føroyska koyrikortið.
Markaforðingsráðið hevur givið út sína ársfrágreiðing fyri 2018/19, og nevnir her eisini málið um føroyska koyrikortið, sum hevur staðið á dagsskránni fyri ráðsfundirnar í fleiri ár.
Her verður greitt frá, at ein persónur við føroyskum koyrikorti, sum flytir til Íslands, Noregs ella Danmarkar hevur møguleika at býta koyrikortið um við eitt koyrikort frá tí landinum, hann flytir til. Hetta er eisini galdandi fyri Bretland og fleiri onnur lond uttan fyri Norðurlond.
Men flytir ein borgari við føroyskum koyrikorti til Svøríkis ella Finnlands, so er ikki sami møguleiki.
Markaforðingsráðið hevur verið í samskifti við svenskar og finskar myndugleikar um henda trupulleikan í longri tíð, uttan at tað tó er eydnast at fáa londini at sleppa hesi forðing.
Uppskotið hjá Svøríki og Finnlandi er at loyva borgarum við føroyskum koyrikorti at koyra bil í eitt ár, men at viðkomandi so skal upp til roynd í teori og koyring fyri at fáa ávikavist svenskt ella finskt koyrikort.
Hetta halda hvørki Markaforðingsráðið ella føroyskir myndugleikar vera eina nøktandi loysn á markaforðingini. Málið hevur verið viðgjørt á hægsta stigi á fundi millum Føroya løgmann og svenska forsætisráðharran í fjør. Tá gav svenski forsætisráðharrin lyfti um at kanna málið í royndini at finna eina loysn.
Á fundi í Markaforðingsráðnum í vár var staðfest, at eingi tekin eru um, at tað er vilji til at loysa hesa serligu forðing, og tí metir ráðið, at tað skjótt má lýsa málið sum óloysiligt.
Markaforðingsráðið hevur havt málið um føroyska koyrikortið sum eitt raðfest mál síðan 2014.
John Johannessen er føroyskt umboð í norðurlendska Markaforðingsráðnum. Hinir limirnir í ráðnum eru Eva Tarselius Hallgren úr Svøríki, ið var forkvinna í 2018, Siv Fridleifsdóttir úr Íslandi, forkvinna í ár, Vibekke Hammer Madsen úr Noregi, Kimmo Sasi úr Finnlandi, Gunnar Westerholm úr Álandi, Lisbeth Møller Jensen úr Grønlandi og Bertel Haarder úr Danmark.
Í seinastu frágreiðingini hjá Markaforðingsráðnum verður annars staðfest, at 19 forðingar, sum hava gjørt tað truplari at ferðast og virka millum Norðurlond eru burturbeindar hetta seinasta árið.
John Johannessen, føroyskt umboð í Markaforðingsráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald