Innanlands

Føroyska sildin hevur selt væl

Føroyska sildin, sum hevur verið at fáa í Miklagarði á Ólavssøku, hevur selt heilt væl og verður framvegis at fáa í Føroyum.

2018-07-30 15:11 Author image
Regin Winther Poulsen

- Vit hava ikki endaliga talið enn, men vit hava selt nógv meira enn eg hevði roknað við. 

Tað sigur Jørgen Jørgensen, sum er slaktari í Miklagarði. 

Hann sigur eisini, at hann bara hevur hoyrt gott um sildina, og at kundarnir eru glaðir fyri hana. 

- Hetta er góð føst føroysk sild, sum verður framleidd og koyrd í tunnir í Leirvík, greiðir Jørgen víðari frá og sigur, at sildin framhaldandi verður at fáa í Miklagarði eftir Ólavssøkuna. 

Framleiðslan av føroysku sildini byrjaði í fjør, og hon er framleidd til svenska marknaðin. Tað er Tavan í Leirvík, ið framleiðir sildina, sum eitur "Inlagd sill" og verður seld av Klædesholmen Seafood í Svøríki. 

Les eisini: Prima føroysk sild til svenska miðsummarborðið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder