2022-11-02 15:08
Tað verða minst tríggir føroyskir limir á fólkatingi hetta komandi valskeiði.
Seinnapartin gjørdist greitt, at Sólbjørg Jakobsen úr Runavík er vald á fólkating. Hon stillaði upp fyri Liberal Alliance fyri norðurjúska valdømið.
Liberal Alliance fekk eitt sera gott val í gjár, og fekk 16 fólkatingslimir valdar. Ein teirra er føroyingurin Sólbjørg, sum býr í Vestbjerg, beint norðan fyri Aalborg, og sum stóð á odda fyri Liberal Alliance í Norðurjútlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald