Kann væl vera at Føroyar er en mikrotjóð, og at samlaða fólkatalið á klettunum samsvarar við ein meðalstóran danskan bý. Allíkavæl er áhugin fyri Føroya Festivalinum 2022 - ikki bara millum føroyingar, men eisini danir - stórur.
Eftir ein sera væl vitjaðan festival í september 2021 hava fyrireikararnir enn einaferð valt Tobakken í Esbjerg til endamálið. Og í ár verður Føroya Festivalurin fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. mai.
Hesar báðar dagarnar er tað møguligt at uppliva tað stóru breiddina innan føroyskan, rytmiskan tónleik: Frá einklum og stramt komponeraðum poppið, roots, country og folk. Og eisini heilt út á uttasta vangan við hørðun rokkið og tungmálmi.
– Tað er ein stór gleði - nu fyri aðru ferð - at kunna bjóða gestunum til Føroya Festival á Tobakken i Esbjerg. Langt tey flestu millum áskoðarnar eru føroyingar, men har koma eisini danir, ið eru áhugaðir í at hoyra tónleik á høgum støði, sum teir ikki áður hava hoyrt, sigur Gudmundur Djurhuus, fyriskipari.
Ein skrá við stórari breidd
Gudmundur fortelur, at Føroya Festivalurin altíð hevur savnað nógv millum teir føroyingar, sum eru búsitandi í Danmark:
– Eg haldi at festivalurin bjóðar fram eina breidd og eina góðsku, sum ger hann áhugaverdan fyri øðrum enn bara føroyingum. Tí vóna vit, at nógvir tónleika-áhugaðir innbúgvar í Esbjerg - og eisini aðrir danir - nýtað høvið at vitja Tobakken í Esbjerg 6. og 7. maj, sigur Gudmundur Djurhuus.
Tá ið tónleikurin tagnar á pallinum seint leygarkvøld, so tekur felagssangurin yvir í stóra garðinum uttanfyri Tobakken.
Skrá
Fríggjadag: Kristel Lisberg, Halleluja Sofus, Herborg Torkilsdóttir, Blátt Gras, Uni Debess, Tinganest, og Sámal Ravnsfjall
Leygardag: Dánial Gomez, Signar i Homrum, Anfinn Nielsen, Bloody Dice, Rockshow við Karl Martin og Dagfinn, og Hamradun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald