Innanlands

Føroyskar matstovur tilnevndar

The Tarv, Bitin og Koks kunnu vinna matstovuheiður í Danmark í komandi døgum

The Tarv (Savnsmynd)

The Tarv (Savnsmynd)

2019-10-25 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri føroyskar matstovur síggja við spenningi fram móti komandi døgunum. Sunnudagin verða ársins nøvn og støð hjá Den danske Spiseguide avdúkað, og mánadagin avdúkar White Guide Denmark sínar vinnarar.

Den Danske Spiseguide við Bent Christensen hevur síðani 1978 ummælt og heiðrað bestu matstovurnar í Danmark og seinnu árini eru føroyskar matstovur komnar við.

Den Danske Spiseguide inniheldur kunning um tað besta innan gastronomi, mat og vín og øll sløg av mastovum av bestu góðsku. Umleið 300 matstovur eru við í Den Danske Spiseguide, og tað er ein heiður í sær sjálvum at vera við og ikki minst at vera tilnevnd ein av heiðrunum.

Fleiri føroyskar matstovur hava longu verið tilnevndar og vunnið heiður í Den Danske Spiseguide. Eitt nú Hotel Føroyar, sum varð heiðrað sum ’Årets Bo & Spis’ í 2013, Barbara, sum varð Ársins Fiskamatstova í 2017 og Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks, ið varð valdur til besta kokk, eisini í 2017.

Tvær føroyskar matstovur eru tilnevndar í ár.

The Tarv undir Bryggjubakka er millum matstovurnar, ið kunnu vinna bólkin, sum tey kalla ’Årets bisto/brasseri/Trattoria/Spisested’ og smyrjibreyðsmatstovan Bitin við Steinatún er tilnevnd í bólkinum ’Årets Smørrebrød/Frokostrestaurant’.

Flaggskipið hjá Gist & Vist, Koks, verður sostatt ikki aktørur á handanarhátíðarhaldinum hjá Den danske Spiseguide, sum verður hildið á Hotel Hesselet í Nyborg.

Koks er hinvegin við, tá White Guide Danmark velur sínar ársins matstovur.

Í fjør fekk Koks heiðurin ’Ársins fiska- og skeljadjórauppliving’. Aftur í ár er Koks upp á tal til henda bólkin, men er eisini tilnevnd til mætasta heiðurin, ’Ársins matstova’ og í bólkinum ’ársins tænastuuppliving’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder