Kavarar, ið hava útbúgvið seg í Føroyum, fáa nú endaligt vinnuloyvið frá Danska Søfartsstyrelsen.
Hesum boðar Faroe Dive.
Seinastu árini hevur leisturin annars verið so, at kavarar við føroyskum kavaraprógvi skulu senda umsókn, um endurnýggjan av vinnuloyvinum. Hetta til danska mynduleikarnar triðja hvørt ár.
- Hetta hevur verið tvørligt og ein forðing fyri at danskir kavarar velja at útbúgva seg í Føroyum. Hetta er ikki neyðugt longur. Í góðum samstarvi við danskar myndugleikar hevur føroyski útbúgivngarstovnurin innan kaving fingið í lag eina skipan, har føroysk vinnukavaraloyvir fáa somu viðurkenning, sum donsk.
Faroe Dive staðfestir, at hetta er eitt stig fram áleið fyri føroyska vinnukaving. Viðurkenningin ger tað munandi lættari hjá føroyskum kavarum at bjóða seg fram at loysa uppgávur uttanfyri landoddarnar.
Mynd: FaroeDive
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald