Mentan

Føroyski filmurin "Birita" tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Føroyar skrivaðu filmsøgu í fjør, tá ið "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá vann Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins, og nú er møguleikin aftur har.

2026-08-24 12:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani varð kunngjørt, hvørjir filmar eru tilnevndir at vinna eina av mest virdu filmsvirðislønunum í Norðurlondum, og føroyski heimildarfilmurin "Birita" eftir Búa Dam er millum teir seks tilnevndu filmarnar.

Føroyar skrivaðu filmsøgu í fjør, tá ið "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá vann Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins – fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur bæði varð tilnevndur og vann virðislønina. Nú er møguleikin so aftur har.

Føroyska dómsnevndin, sum hevur tilnevnt "Birita", skrivar soleiðis um filmin:

– Í heimildarfilminum BIRITA eftir Búa Egason Dam fylgja vit einari sjónleikarafamilju, sum er í holt við at seta Lear kong eftir William Shakespeare á pall. Í miðdeplinum er mamma Búa, Birita – ein sjónleikari, ið hevur álvarsliga Alzheimer-sjúku – sum fær høvuðsleiklutin.

– Samstundis sum Búi leikstjórnar bæði sjónleikin og heimildarfilmin, stríðist hann við at rættvísgera verkætlanina og etisku tvístøðuna. Eitt nú vísir spurningurin um vantandi førleikan hjá Biritu at geva samtykki á fullgóðum grundarlagi á torførar spurningar um sjálva verkætlanina.

– Pápi hansara, Egi, roynir at finna javnvágina millum leiklutin sum maður Biritu og sum umsorganarpersónur. Men mitt í hesum meldrinum og spenningunum er ein lívsjáttandi, hjartanemandi og glað Birita. Hon avmarkast ikki, hóast vantandi minnið. Stemningurin verður lættari og bjartari, og tað ávirkar øll, sum eru partur av tilgongdini.

Í Føroysku dómsnevndini vóru Jan Berg Jørgensen (formaður), Filmshúsið – Faroese Film Institute; Barbara Hilduberg, LISA (Listafólkasamband Føroya), og Eir í Ólavstovu, Felagið Føroysk Filmsfólk.

Vinnarin av Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verður avdúkaður 20. oktober.

Meira um tilnevndu filmarnar sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder