
Leygarkvøldið 23. oktober vórðu føroysku fjallabjargarnir upptiknir í altjóða felagsskapin ICAR (International Commision for Alpine Rescue).
Árligi aðalfundurin hjá ICAR var umvegis netið. Talan var um ein fund, sum var seinkaður vegna koronu.
Umsóknin hjá fjallabjargarunum varð send á vári 2020, og hevur hon verið viðgjørd av ICAR á sumri 2021.
Fyri at vera upptikin, hava fjallabjargarnir dokumenterað sínar førleikar og royndir. Saman við umsóknini var ein vidoeframløga, ið sæst omanfyri, og hartil hava teir fingið viðmæli frá íslendska bjargingafelagsskapinum, Landbjørg í Íslandi, boða teir frá í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald