Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá føroyskum flogteknikarum.
Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.
Talan er um ein tvey-ára sáttmála, sum varð undirskrivaður hósdagin 3. september.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag sótu einumegin borðið, meðan Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag vóru hinumegin.
Heimasíðan industry.fo skrivar, at lønirnar hjá flogteknikarunum fara at hækka við 3,95 prosentum 1. oktober 2026 og síðani við 4,00 prosentum 1. oktober 2027.
Samlaði lønarkarmurin í sáttmálaskeiðinum er sostatt 7,95 prosent og á sama støði sum í øðrum semjum, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í verandi samráðingarumfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald