Innanlands

Føroyskir læknar: Nýggjár við so fáum sum til ber

Haldið nýggjár við í mesta lagi tjúgu fólkum, eru ráðini frá føroyskum læknum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-29 12:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit halda nýggjár við so fáum sum til ber og í mesta lagi 20 fólkum og bert inni á einum stað alt kvøldið.

Soleiðis ljóða eini av ráðunum frá læknunum, sum standa aftanfyri Facebookbólkin “Spyr ein lækna um korona”. Læknarnir heita á fólk um framvegis at vísa varsemi.

- Um vit fara útum til felags tiltøk sum kyndlagongu‚ bál ella at skjóta fýrverk‚ halda vit frástøðu til onnur ella standa bert saman við teimum‚ vit halda nýggjárið saman við, ljóða ráðini. Eisini verður mælt til at ikki fara á húsagongd ella inn til onnur at vitja.

Eisini mæla teir til, at tey, sum hava sjúkueyðkenni ikki fara út millum fólk, men halda seg heima og lata seg kanna skjótast tilber.

Tamarhald á støðuni í løtuni
Í løtuni eru 47 fólk í Føroyum, sum eru staðfest positiv við covid-19, og Lars Fodgaard Møller, landslækni, segði við útvarpið í gjár, at tað í løtuni er tamarhald á koronastøðuni. Hann segði eisini, at tað var trupult at siga, hvussu tað fór at ganga næstu dagarnar, nú nógv fólk fara at savnast á nýggjárinum.

Les eisini: Væl færri smittutilburðir úr útlondum enn væntað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder