placeholder
Mentan

Føroyskir rappkongar á Voxbotn

Skráin til Voxbotn er um at taka skap

Swangah (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Swangah (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-10 19:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku rappkongarnir úr Svanga koma við sínum rímum og rútmum á Okkara Voxbotn 2020 tann 27. juni. Bólkurin hevur áður framført á Okkara Voxbotn, og tá var tað ein rimmar veitsla.

Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru longu kunngjørd. Atgongumerkjasølan gongur sera væl, og alt bendur á, at Okkara Voxbotn aftur hesaferð verður útselt.

Feskasta navnið á plakatini er Swangah. Bólkurin er ein sannur pionerur á føroyska tónleikahválvinum, tí teir tóku føroyskan hip-hop upp á eitt nógv hægri støði. Ungdómurin tók bólkin til sín beinanvegin, og teir hava síðani megnað at fylt konserthølini, og hava fingið dansigólvini at danda. Swangah eru heilt einfalt vornir føroysk fólkaogn.

Swangah hevur givið út tríggjar útgávur, og hevur vunnið fleiri heiðursmerki á FMA og á Planet Awards. So tú kanst gleða teg til eina orkumikla veitslu, tá Steen og Ragnar fara á pallin á Okkara Voxbotn 2020.

Frammanundan er greitt, at Dizzy Mizz Lizzy, Gulddreng, I Am, Surma og Signar og John og Sam Feldt fara á framføra á Okkara Voxbotn 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder