Mentan

Føroyskir rithøvundar á palli í New York

Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Oskarsson saman við týðarunum Matthew Landrum og Randi Ward lósu upp og greiddu frá tilgondini til bøkurnar á bókmentatiltaki í Scandinavia House mikukvøldið

2024-04-20 10:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rithøvundar og týðarar hava saman við FarLit og Bókadeild Føroya Lærarafelags borið fram føroyskar bókmentir í New York hesar seinastu dagarnar. Tiltøkini eru liður í føroysku mentanardøgunum, Fog Swept Islands – Faroe Islands Culture Days.

Á bókmentatiltaki í Scandinavia House mikukvøldið 17. apríl var upplestur og bókaprát á skánni. Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Bárður Oskarsson saman við týðarunum Matthew Landrum og Randi Ward lósu upp og greiddu frá tilgondini til bøkurnar. Áhoyrararnir fingu síðani høvi at práta við rithøvundarnar og síggja eitt úrval av bókum.

– Føroysku rithøvundarnir hava fingið sera góða móttøku her í New York – bæði áhoyrarar og forløg eru sera áhugað í tí, vit koma við. Tað er umráðandi, at føroyskir rithøvundar fáa høvi at fáa bøkur sínar út á fleiri marknaðir, og amerikanski marknaðurin er sera áhugaverdur fyri føroyskar rithøvundar og forløg, sigur Jóhanna Wolles, samskipari í FarLit, sum arbeiðir við at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hósdagin var tiltak fyri forløgum og tíðindafólki við upplestri, framløgum og bókapráti. Fyri amerikanarar er tað hugvekjandi, at tað ber til at geva so stórt tal av bókum út á føroyskum, bæði á upprunamáli og týddar bókur.

– Almenni stuðulin, ið verður latin til bókaútgávu, og serliga til útgávu av barnabókum, er avgerandi fyri, at vit kunnu geva út bøkur á føroyskum til børn í øllum aldri. Tað hevur øll árini verið politisk semja um at veita stuðul til útgávu av bókum til børn og ung, og uttan almenna stuðulin hevði tað ikki borið til, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

– Vit hava fingið sambond við fleiri útgevarar, ið eru áhugaðir í at geva bøkur eftir føroyskar rithøvundar út á amerikanska marknaðinum. Vit eru tí sera fegin um at luttaka á einum tiltaki sum hesum, sigur Niels Jákup Thomsen.

Afturat tiltøkunum í Scandinavia House var eitt tiltak í Spectacle Theater í Brooklyn týskvøldið við filmssýning, upplestri og práti við rithøvundarnar. Á skránni var filmurin Skál, ið Cecilie Debell og Maria Tórgarð hava leikstjórnað. Rithøvundarnir Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen og Rannvá Holm Mortensen lósu upp á føroyskum og Matthew Landrum og Randi Ward á enskum. Síðani var prát um tilgongdina at skriva og spurningar frá áhoyrarunum. Nærum fullsett var til tiltakið í Spectacle, sum er ein lítil biografur í Brooklyn, rikin av sjálvbodnum.

Mentanarátakið í Scandinavia House í New York heldur fram til fyrst í juli. Átakið er fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands í samstarvi við American-Scandinavian Foundation og Scandinavia House – the Nordic Center in America, og er stuðlað av FarCargo, Atlantic Airways, Faroe Ship, Hiddenfjord, Betri Trygging, Føroya Tele, O.C. Joensen, Ocean Rainforest og Føroya Bjór.

Almanna- og mentamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder