Sunnudagin 15. oktober fyllir Christian prinsur 18 ár. Hetta verður millum annað hátíðarhildið við einum galladøgurða á Christianborg Slotti, sum Margreta drotning skiparfyri.
Við til døgurðan verða umboð fyri fleiri av ungdómsfelagsskapum og ung sum hava gjørt vart við seg innan ítrótt og mentan. Eisini fer Kongshúsið í samstarvi við kommunurnar í ríkisfelagsskapinum, at bjóða ungdómi til hátíðarhaldið.
Kommunurnar fáa møguleika at velja tvey 18 ára gomlu at luttaka, og úr Føroyum og Grønlandi luttaka tvey ung hvør.
Christian prinsur á Føroyavitjan í 2018. Í oktober fyllir hann 18 ár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald