MobilePay er ein ókeypis app, ið ger tað lætt at flyta pengar, gjalda fyri vørur, tænastur og annað. Nærum 4,5 millónir danir brúka appina, og omanfyri ein millión flytingar verða gjørdar við MobilePay um dagin.
Føroysku peningastovnarnir hava nú gjørt avtalu við MobilePay, ið ger tað møguligt hjá kundum í føroysku peningastovnunum, ið eru búsitandi í Danmark, at brúka loysnina.
- MobilePay verður sera nógv brúkt í Danmark, og tí eru vit fegin um at hava funnið eina loysn, ið ger tað møguligt hjá føroyingum, sum eitt nú flyta niður í lestrarørindum, at brúka MobilePay uttan at skula skifta føroyska peningastovnin út við ein danskan, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar.
Krøv fyri at brúka MobilePay
Fyri at kunna brúka MobilePay skal appin fyrst takast niður á telefonina, og annars skal vanliga mannagongdin hjá MobilePay fylgjast. Brúkarar mugu hava eitt danskt telefonnummar, danskt cpr.nr. og MitID. Harumframt er neyðugt at hava eina bankakontu og eitt gjaldskort, sum sambært nýggju avtaluni eins væl kunnu vera føroysk sum donsk.
Framvegis eingin loysn funnin til føroyska marknaðin
Føroysku peningastovnarnir hava í longri tíð havt samband við MobilePay um at fáa tænastuna at rigga til føroyska marknaðin. Orsakað av tøkniligum forðingum, sum enn ikki eru loystar, ber tað tó framvegis ikki til hjá kundum í føroysku peningastovnunum, ið eru búsitandi í Føroyum, at brúka MobilePay.
Felagið Peningastovnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald