Sunnudagin 12. november klokkan 11 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni í sambandi við, at tað í ár eru 200 ár síðani, at føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum máli.
Hetta var fyrsta bókin í Bíbliuni á føroyskum, og hetta var eisini fyrsta veruliga bók á føroyskum. Hvørt húsarhald í landinum fekk eitt eintak, og var tað J. H. Schrøter, sóknarprestur í Leirum, ið týtti, og Danska Bíbliufelagið gav út.
Bókin fekk navnið “Føroyska bók”, og staðfestir Christian Matras, professari: “at Schrøter við hesum verki legði støðið undir føroyskt bókamál.”
Gudstænastan er tí bæði eitt hátíðarhald fyri føroyskt mál og bókmentasøgu og fyri føroyska kirkju- og bíbliusøgu, skrivar Bíbliufelagið í tíðindaskrivi.
Í gudstænastuni luttaka Tórshavnar Manskór, Føroya biskupur og umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið. Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi og ein framsýning av Bíblium heilt frá tíðini undan trúbótini til okkara dagar. Petur Martin Petersen úr Fuglafirði eigur Bíbliurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald