Innanlands

Føroyskt-grønlendskt samstarv um fíggjarbúskap

Ætlanin er, at flokkarnir í Føroyum og Grønlandi koma at samstarva um verkætlanir frá fyrsta degi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-28 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hægri Nám á Glasi bjóðar nú Fíggjarbúskap út á fjórða sinni, hesaferð í spennandi grønlendskum samstarvi.

Glasir hevur nevniliga gjørt avtalu við grønlenska handilsskúlan, Ninuuk, sum eisini hevur hægri útbúgvingar á skránni, um at samstarva innan yrkisakademiskar útbúgvingar.

Lagt verður til brots í heyst, tá báðir skúlarnir byrja við nýggjum flokki innan fíggjarbúskap. Hettar er fjórða ferðin, at Glasir bjóðar út fíggjarbúskap sum yrkisakademiskan fulltíðarlestur, men hesaferð verður tað eitt sindur meira spennandi og kanska eksostiskt eisini.

Ætlanin er, at flokkarnir í Føroyum og Grønlandi koma at samstarva um vekætlanir frá fyrasta degi, soleiðis at tey lesandi eisini fáa gott innlit í støðuna hjá hvør øðrum. Og so er ætlanin eisni, at flokkarnir koma at vitja hvønn annan.

Tað er ikki bíligt at ferðast millum londini, men arbeitt verður við fígging til túrarnar, eins og tey lesandi sjálvi koma at arbeiða við “innsavnandi” verkætlanum.

Freistin at søkja inn á fíggjarbúskap á Glasi er 1. juli, men til ber eisini at senda inn umsókn seinni, um pláss eru tøk, og tað eru tað í løtuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder