Innanlands

Føroyskt handverk í Reinsarínum og Perluni

Livandi Tilfeingi: Um vikuskiftið verður aftur skipað fyri vetrartiltakinum “Livandi Tilfeingi”

2021-12-02 10:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið 3.-5. desember, verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum “Livandi Tilfeingi” í Perluni og Reinsarínum í Havn.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki: Leir, træ, glas, jarn, klæði og góður matvørur frá føroysku bygdunum.

Tey, ið luttaka í ár, eru:
BjørkM
Elin K. J. Smúkkur
Erla Matras Jensen
Føroya Grótvirki
Hoyskorsgarður
Joel Coel Art
Leirverk
Mat & Moldmentanarháskúlin / Veltan
Minna
Signabøgarður
Smiðjan á Trøllanesi
Sóljan Glaslist
Uppistova
Útistovugarðurin

Umframt framsýning og sølu av føroyskum handverki, verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú fer leygarmorgunin at snúgva seg um staðbundna ostahandverkið. Jóan Pauli Joensen fer at hugleiða um mjólk og ost í Føroyum, og síðani verður verkstova við heimskenda ostaframleiðaranum, David Asher (Black Sheep School).

Livandi Tilfeingið er opið fríggjadag frá 15 til 19, leygardag frá 10 til 19 og sunnudag frá 14 til 19 .

Tiltakið er alment. Tilmælini frá landsins myndugleikum verða fylgd, og tí er neyðugt at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder