Innanlands

Føroyskt-íslendskt samstarv á heilivágsøkinum

Semjuskjal varð undirskrivað í Reykjavík í gjár

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri í íslendska heilivágsstýrinum

Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri í íslendska heilivágsstýrinum

2022-03-03 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár undirritaðu Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri fyri Lyfastofnun, íslendska heilivágsstýrið, og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, semjuskjal um samstarv í sambandi við fyrisiting á heilivágsøkinum.

Endamálið við semjuskjalinum er at styrkja fatanina av heilivágsreglugerð, krøvum og tilgongdum landanna millum.

Semjuskjalið skal, við upplýsing og skjølum í sambandi við eftirlit av heilivági og medisinskari útgerð, gera samskifti millum partarnar einfaldari. Harumframt skal semjuskjalið virka fyri at menna samstarvið millum tjóðirnar viðvíkjandi heilivági og medisinskari útgerð. Loksins skal semjuskjalið økja tænastumegina til tess at nøkta tørvin hjá føroyska og íslendska fólkinum, við tí fyri eyga, at økja um atgongdina til heilivág og medisinska útgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri Føroya, fegnast um undirskrivaða semjuskjalið millum Føroyar og Ísland og sigur:

- Tað frøir meg, at vit nú taka stig til at skipa okkara samstarv við Ísland á heilivágsøkinum enn betur, og vónandi er hetta byrjanin til sterkari handilssambond landanna millum.

Undirritanin fór fram á sendistovu Føroya í Reykjavík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder