Í vikuskiftissendingini hjá Kringvarpinum í gjár varð nýtt lag, sum Die Færøsche Polkaband hevur gjørt, spælt fyrstu ferð. Talan er um gamla norska lagið Vandringsmenn, sum vanliga verður sungið í føroyskum veistlum. Útgávan hjá føroyska orkestrinum eitur The Wanderer.
Útgávan er gjørd saman við Finnur Koba, sum syngur fyri á lagnum. Polkaspælarinir syngja sjálvir kór og spæla undir. Jón Festirstein hevur gjørt útsetingina av lagnum fyri Die Færøsche Polkaband og Theodor Kapnas hevur staðið fyri upptøkunum.
Die Færøsche Polkaband er ein bólkur av føroyskum hornblásarum, sum hava spælt saman í fimm ár. Fyrstu ferð varð spælt til veistlu í samband 110 ára haldið hjá Havnar Hornorkestri.
- Tað eyðnaðist so væl, at vit hava spælt saman síðani tá, segði Ernst Remmel, sum spælur trompet, í vikusskiftissendingi í gjár.
Ernst Remmel boðaði eisini frá, at tónleikasjónband eisini varð tikið upp til annað lag í summar. Hettar sjónbandið verður útgivið tíðliga næsta ár, og tað er Barbara Lervig, sum lesur á The Northern Film School í Leeds, ið hevur staðið fyri upptøkunum.
Til ber at lurta eftir nýggja lagnum við at trýsta á sjónbandið niðanfyri greinina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald