- Rappbólkurin Swangah og rockbólkurin Hamradun verða við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík í august.
Tað skrivar festivalurin í tíðindaskrivi, nú festivalurin nærkast og tey seinastu fyrireikingarnar skulu fáast uppá pláss.
Swangah er føroya kendasti rappbólkur, ið hevur hittað millum annað við løgum sum "Gentan er farlig", "Áðrenn vit flagga" og "Frá bygd til bý". Bólkurin hevur givið tríggjar fløgur út, men er eisini kendur fyri sera livandi framførðslur á palli. Og limirnir í Swangah eru nú klárir at taka Vágsbø aftur.
Hamradun er bólkur, ið framførir rokktónleik, ið byggir á fólkatónleik og kvæði. Tað er fyrrverandi sangarin í Týr, Pól Arni Holm, ið stendur á odda fyri bólkinum. Bólkurin varð stovnaður í 2015, og umframt Poul Arna Holm, eru fleiri aðrir tónleikarir, ið hava veirð sera virknir í føroyska tónleikaumhvørvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald