Hvør skal umboða Føroyar á Pan-ArcticVision? Í fjør fór Guðrið Hansdóttir til Norðurnoregs at umboða Føroyar í tónleikakappingini Pan-ArcticVision. Nú er tíðin komin at finna nýggjan føroyskan sang og nýtt tónlistarfólk til kappingina, sum í ár verður í Nuuk.
Við tí endamáli at styrkja arktiska felagsskapin og at seta sjóneykuna á arktisk mál og arktiska mentan, tók listabólkurin Nordting í fjør stig til eina nýggja altjóða tónleikakapping við Arktis í miðdepli – Pan-ArcticVision. Her kappast 10 tónlistarfólk úr 10 ymiskum økjum í Arktis við 10 sangum.
Arktiska økið er til kappingina liðiligt, tí luttakararnir koma úr eitt nú Sámalandi, Alaska og eisini úr Føroyum.
Í fjør var Guðrið Hansdóttir við sanginum “Blátt myrkur” vald at umboða Føroyar í kappingini, sum varð hildin í Vadsø í Norðurnoregi. Pan-ArcticVision var beinleiðis stroymd til londini í Arktis, og tá atkvøðugreiðslan var av, var tað greitt, at vinnarin gjørdist grønlendski tónleikabólkurin NUIJA við sanginum “Takutillara”. Tí verður Pan-ArcticVision 2024 í Nuuk.
Nú er tíðin komin at finna nýggjar luttakarar til kappingina. Hetta merkir, at føroysk tónlistarfólk nú kunnu senda sítt íkast til Pan-ArcticVision 2024 við teirri vón at sleppa at umboða Føroyar 12. oktober í Nuuk.
Freistin at senda tónleikainnslagið inn er 15. mai.
Norðurlandahúsið samskipar Pan-ArticVision í Føroyum. Meira um kappingina her.
Guðrið Hansdóttir umboðaði Føroyar á fyrstu Pan-ArcticVision í fjør. Ungdómur fylgdi stroymingini í Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald