Innanlands

Føroysku timburhandlarnir og byggibúðir lakari úrslit

Føroysku timburhandlarnir og byggibúðir høvdu samanlagt 32,1 mió.kr. í avlopi í 2023

(Mynd: Bygma Balslev)

(Mynd: Bygma Balslev)

2025-01-09 12:20 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Føroysku timburhandlarnir og byggibúðir høvdu samanlagt 32,1 mió.kr. í avlopi í 2023.

Nógv besta úrslitið í 2023 hevði P/f Bygma Balslev við 21,3 mió.kr. Næstbesta ársúrslitið hevði P/F Borg við 6,5 mió.kr. og á triðja plássinum var P/F Sandaávágs Timburhandil við 3,3 mió.kr. í avlopi eftir skatt.

Árið hjá føroysku timburhandlunum og byggibúðunum var samanlagt væl lakari í 2023 sammett við 2022. Samlaða ársúrslitið í 2023 var 32,1 mió.kr. sammett við 41,1 mió.kr. í 2022. Eitt fall í ársúrslitinum í 2023 á 9 mió.kr. ella 22 prosent.

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá øllum føroysku timburhandlunum og byggibúðunum, sum umfatar seks fyritøkur í alt. Talan er um almennar roknskapir fyri 2023. Fyrivarni má tó takast fyri roknskapin fyri P/F Valdemar Lutzen Byggibúð, sum í 2023 er umskipað og tí sæst bert almenni roknskapurin fyri ognarfelagið, P/F Valdemar Lutzen Holding fyri 2023.

Samlaða úrslitið eftir skatt hjá teimum seks fyritøkunum var samanlagt 32,1 mió.kr. Samlaða ársúrslitið er annars lækkað síðstu tvey árini, har ársúrslitið í 2021 var tað besta við 44,6 mió.kr. Síðani er ársúrslitið fallið til 41,1 mió.kr. í 2022 og 32,1 mió.kr. í 2023.

[object Object]

Tá hugt verður nærri eftir roknskapunum kann skjótt síggjast, at tað eru serliga tvær fyritøkur, sum skara burturúr tá talan er um timburhandlar og byggibúðir. Talan er um P/F Bygma Balslev og P/F Borg, sum umboða heili 83 prosent av samlaða bruttovinninginum og heili 87 prosent av ársúrslitinum hjá øllum timburhandlunum og byggibúðunum.

Hóast P/F Bygma Balslev hevði besta úrslitið av øllum timburhandlunum í 2023 við 21,3 mió.kr., so var úrslitið 3 mió.kr, ella 12,4 prosent lægri enn í 2022.

P/F Borg hevði eisini eitt fall í úrslitinum í 2023 upp á heili 4,2 mió.kr. ella 39,2 prosent, úr 10,7 mió.kr. í 2022 til 6,5 mió.kr. í 2023.

Á triðja plásssinum hevði P/F Sandavágs Timburhandil eitt ársúrslit á 3,3 mió.kr. í 2023 móti 5,3 mió.kr. í 2022, eitt fall í 2023 á 2 mió.kr., sum er eitt fall á heili 37,8 prosent.

[object Object]

Tað lægsta ársúrslitið av timburhandlum og byggibúðum í 2023 hevði SP/F Handilsvirkið Niclassen, sum hevði 16 tkr. í avlopið, móti 79 tkr. í undirskoti í 2022.

P/F Bygma Balslev og P/F Borg størstu fíggjarstøðuna 
Tá hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá føroysku timburhandlunum og byggibúðunum sæst týðiliga, at tað aftur eru P/F Bygma Balslev og P/F Borg, sum vóru nógv størst í 2023, meðan P/F Sandavágs Timburhandil var nummar trý.

[object Object]

P/F Bygma Balslev hevði í 2023 eina samlaða fíggjarstøðu á 194,8 mió.kr.  Eginpeningurin var 127,3 mió.kr., langfreistaða skuldin var 31,5 mió.kr. og stuttfreistaða skuldin var 32,2 mió.kr.

Næststørstu fíggjarstøðuna hevði P/F Borg, við eini samlaðu fíggjarstøðu á 122,9 mió.kr. Eginpeningurin var 69,5 mió.kr., langfreista skuldin 13,1 mió.kr. og stuttfreistaða skuldin var 37,9 mió.kr.

Á triðja plássininum var P/F Sandavágs Timburhandil sum í 2023 hevði ein eginpening upp á 35,6 mió.kr., langfreista skuld upp á 18,1 mió.kr. og stuttfreistaða skuld upp á 28,7 mió.kr.

Sølan hjá timburhandlum og byggibúðum er vanliga ein góður indikatorur um, hvussu búskaparliga gongdin í samfelagnum er. Hinvegin vita vit, at prísurin á byggitilfarið øktist nógv í 2020 og frameftir orsakað av korona og russisku innrásini í Ukraina.

Um fallið í 2023 í bruttovinningi og úrslitum hjá timburhandlum og byggibúðum er ein avleiðing av lækkandi prísum ella um byggivirksemið í samfelagnum er minkandi, kunnu vit nokk ikki siga nakað greitt um enn. Men árið 2024 fer nokk at geva eina betur ábending um hetta og hvønn veg sølan, bruttovinningur og ársúrslit fer.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder