Uttanlands

Føroyskur 100 ára dagur í Íslandi í gjár

Marin Kristin Þorsteinsson hevur búð í Íslandi síðan 1945

2019-07-31 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var føroyskur 100 ára dagur hildin í Íslandi. Morgunblaðið skrivar, at Maren Kristin Þorsteinsson, vanliga nevnd Kristín, fylti 100 ár.

Kristin er heiman av Sandi. At náa ellisár er ikki óvanligt í familju hennara, skrivar íslendski Facebook-vangin Langlífi:

 

Kristín kom til Íslands í 1945 at starvast á tuberklastøðini á Vífilsstøðum. Seinni starvaðist hon á Kleppspítalanum og Landspítalanum.

Hon giftist Kjartani Þorsteinssyni í 1948. Hann doyði í 1970.

Kirstín er annar íslendingur, føddur í Føroyum, sum hevur nátt 100 ára aldur, skrivar Morgunblaðið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder