Mentan

Føroyskur, danskur og franskur tónleikur í Norðurlandahúsinum

Randers Kamarorkestur spælir tónleik eftir m.a. Teit Lassen, tá ið tað hevur konsert í Norðurlandahúsinum 6. mai kl. 19.30

2026-05-04 19:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Randers Kamarorkestur er einasta fasta, professionella kamarorkestur í Danmark. Til konsertina í Norðurlandahúsinum fara tey at spæla føroyskan, danskan og franskan tónleik.

Norski saksofonleikarin Anja Nedremo framførir sum solistur í poetisku saksofonkonsertini hjá Jacques Ibert og í einum verki fyri solosaksofon og strúkikvartett hjá Teiti Lassen.

Harafturat verður tónleikur eftir Carl Nielsen, Hans Abrahamsen og Gustav Helsted á skránni.

Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder