Mentan

Føroyskur dansur í Havnar Klubba annað páskakvøld

Jón Rói Høgnesen og onnur skipa. Farið verður upp á gólv klokkan 21.30

(Savnsmynd: G! festivalurin)

(Savnsmynd: G! festivalurin)

2026-04-05 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í annaðkvøld, 2. páskakvøld, verður føroyskur dansur í Havnar Klubba.

Eftir eitt væleydnað kvøld 6. februar tá næstan 100 fólk vóru og dansaðu føroyskan dans, var avgerð tikin um at aftur hava eitt slíkt tiltak 2. páskadag.

Eins á seinast, eru tað Jón Rói Høgnesen og onnur sum skipa.

Dyrnar lata upp klokkan 20 og farið verður upp á gólv klokkan hálvgum tíggju.

Ókeypis atgongd er til tiltakið. Aldursmarkið er 18 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder