TV2 hevur seinastu vikurnar víst Toppen af poppen, har sjey av kendastu sangarunum í Danmark í eina viku og tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum.
Síðsta sendingin hesaferð verður um Teit Lassen, og verður víst á TV2 næsta sunnudag, men sæst longu á TV2 Play.
Hinir tónleikararnir lata sera væl at Teiti, og rósa tónleikinum og hansara evnum upp til skýggjað. Okkurt tár er fallið. Millum annað í kvøld, tá Teitur tulkaði “For altid“ hjá donsku poppdrotningini Medina.
Í sendingini, har tey seks Medina, Kwamie Liv, Carl Emil Pedersen, Chief 1, Cæcilie Norby og Anders Blichfeldt tulka sangirnar, er eisini lagt upp til hugna. Bæði í einari kirkju fyrr á degnum, og við føroyskum “durasnapsi” um kvøldið.
Cæcilie Norby: Josephine
Medina: One and Only
Chief 1: Catherine The Waitress
Carl Emil Pedersen: Syner
Anders Blichfeldt: Looking For A Place
Kwamie Liv: The Singer
Sendingin sæst longu nú á TV2 Play um ein hevur hald. Síggj hana her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald