Innanlands

Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv

Eftirlitsmyndugleikin hjá ES hevur kannað, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum eftirlitsmyndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur, og niðurstøðan er, at føroyski fiskurin sum heild livir upp til krøvini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-01-30 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin endaði skoðanin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum byrjaði 7. januar.

Endamálið var at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum eftirlitsmyndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur, og niðurstøðan er, at føroyskur fiskur sum heild livir upp til krøvini hjá ES.

Vegna støðuna við korona var øll skoðanin yvir netið, við videofundum, teldupost samskifti o.t. Hetta var fyrsta royndin hjá ES-eftirlitsmyndugleikanum at gera eina slíka skoðan yvir netið, og tí vóru nakrir byrjanartrupulleikar, men sum heild gekk skoðanin yvir netið sera væl, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Undir skoðanini varð hugt at innanhýsis mannagongdum, og eftirkannað varð, um samsvar er millum mannagongdir og tað, sum verður gjørt. Eisini hugdi ES at eftirlitsfrágreiðingum frá ymiskum virkjum og skipum. Har eftirlitsfrágreiðingar staðfestu frávik, varð kannað, hvussu og um uppfylging var gjørd.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder