Føroyski heimildarfilmurin "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen er tilnevndur eina Robert-heiðursløn í bólkinum "Ársins stuttfilmur: Heimildarfilmur".
Filmurin snýr seg um Onnu Sofíu Skoradal og Álv av Kák, tveir kvirir (queer) føroyingar, sum eru farnir úr heimlandinum og eru fluttir til Danmarkar, har tey búgva á Oyrasundskollegiinum.
Talan er um endafilmin hjá Mariu Winther Olsen á Danska Filmskúlanum. Hon lýsir filmin soleiðis:
– "Vælkomin Heim" er ein søga um eitt serligt vinarband. Ein heimildarfilmur um platoniskan kærleika millum Onnu Sofíu og Álvi. Ein søga um, hvussu tey lekja hvønn annan, teirra fortíð og teirra upphav. Ein søga um vón, svik og sorg.
Í november varð "Vælkomin heim" kosin besti heimildarfilmur á Ekko Shortlist Awards hjá danska filmstíðarritinum Ekko.
Robert-heiðurslønirnar verða handaðar 31. januar. Listin yvir tey tilnevndu sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald