Innanlands

Føroyskur íverksetari savnar pengar inn til Ukraina

Peningurin skal brúkast til bilar sum skulu brúkast við hermótið í Ukraina. Saman við Bjarta Grunnveit Olsen er Heini Zachariassen farin undir innsavning

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-24 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kendi føroyski íverksetin Heini Zachariassen hevur saman við Bjarta Grunnveit Olsen, sum hevur verið hermaður í Ukraina, sett gongd á eina innsavning til bilar, sum verða brúktir á hermótinum.

Heini Zachariassen var í novembermánað í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Saman við øðrum vóru ørindini at lata ukrainum 36 bilar.

Hesin túrurin hevði stóra ávirkan á Heina Zachariassen, sum í fleiri ár hevur arbeitt saman við Ukrainum. Hann sigur, at hann vil gera alt fyri at hjálpa Ukrainum.

[object Object]Heini Zachariassen saman við nøkrum av teimum, sum í november koyrdu bilarnar úr Estlandi til Ukraina

[object Object]Bilarnir verða keyptir brúktir og síðan umbygdir til sonevndar "NAFO truck"

Tá vit vóru í Kyiv fingu vit eins smakk av, hvussu tað er at búgva í einum býi, har tað er kríggj. Hendan sama morgunin upplivdu vit dronu og rakettálop í Kyiv. Eingin av okkum kom til skaða, men soleiðis er tað ikki altíð, greiðir Heini Zachariassen frá.

- Tá eg sá at Bjarki Grunnveit Olsen kom út við bók um sínar upplivingar í krígnum hugsaði eg, at man kanska skuldi gjørt eina føroyska kampanju, sigur Heini Zachariassen, sum síðan setti seg í samband við víkamannin.

Í morgun var so innsavning sett í gongd og í fyrsta umfari verða 19500 euro savnaðar inn. Tað røkkur til ein bil.

Bilarnir verða millum annað brúktir til at evakuera særdar hermenn og flyta útgerð til og frá hermótinum.

Longu nú eru knappar 9000 euro komnar inn.

Til ber at stuðla her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder